
Dreingirnir spæla borðtennis og borðbólt, meðan Esbern dekkar við vatn og piparnøtum. Vit gera klárt til sunnudagsskúlan, har vit hjálpa til í elsta flokki. Skilti tú nakað av tí, sum varð lært í dag, spyrji eg næstelsta sonin á veg heim aftur. Nei, svarar hann erliga og kúllaligt. Tað er tað góða og stuttliga við at vera við í undirvísingini hjá egnum børnum. Spurdur um hann als einki lærdi, fortelur hann mær um tollaran og fariesearan og um religiøsu bólkarnar, tá Jesus livdi. Okkurt hevur hann lært.

Konfrontatiónin millum Jesus og farisearnar er áhugaverdur lestur. Í 23. kapitli í Matteusar evangeliið hevur Jesus eina longri dundurtalu ímóti religiøsu leiðarunum. "Tit steingja ríki Himmiríkis fyri menniskjum; sjálvir fara tit ikki inn í tað, og teimum, sum vilja fara inn, geva tit ikki loyvi at fara," "Tit ferðast um á sjógvi og landi at vinna bert ein trúskifting; og táið hann er vorðin tað, gera tit hann til helvitisbarn, tvær ferðir so ringt sum tit eru sjálvir, "Blindu vegleiðarar tykkara, sum síla mýggjabitan frá, men svølgja kamelin."

Guð er ikki livandi, teskar seks ára gamli mær, meðan vit syngja villar sunnudagsskúlasangir. Hví sigur tú tað, teski eg aftur. Tí tað siga Pól, Per og Hanus í barnagarðinum (nøvn broytt av red. ;)). Hvat siga teir, spyrji eg. Teir siga, at Jesus varð føddur á jólum, men er ikki til meir. Er Guð eitt fólk, spyr hann og hyggur meg inn í eyguni. Er Guð eitt fólk, hugsi eg, tað hevði verið lættari, um hann brúkti orðið persónur ella menniskja, so hevði eg duga betur at svara. Guð er Guð, og hann er, sjálvt um hann ikki er til sum eitt menniskja, svari eg og royni at syngja við. Hví er handan konan so fín, spyr hann fyri líkasum at fáa okkum bæði niður á jørðina aftur.
Pictures from sunday school last sunday and (Faroese) thoughts on Christ and his confrontation with the Pharisees.
I think I'll re-read the book Christ of the Everyday by Jeff Astley this Christmas. It is a small, easily read book where we (to quote the backcover)encounter a Jesus who is refreshingly real and direct, and whose gospel is as deeply troubling as it is also comforting. And maybe I should order his book on Christology too.